Skip to main content

Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum. Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

[Les meira]

Tíðindi

29.06.2018

Prógvhandan á Miðnámi í Vestmanna

Seinnapartin ídag var prógvhandan á Miðnámi í Vestmanna, har 14 næmingar fingu prógv, sum hava gingið á tilfeingisbreytini seinastu trý árini. Næmingarnir eru: Agga í Garðastovu, Vestmanna, Bjarti Skýlindal, Kollafjørður, Emil...[Les meira]


27.06.2018

Yngsti "næmingur"

Hetta má verða yngsti "næmingur" við húgvu á Miðnámi í Vestmanna. Dóttrina eiga Rebekka Poulsen og Bjarti Skýlindal, sum bæði fáa prógv á tilfeingisbreytini nú fríggjadagin kl. 14 :-)[Les meira]


27.06.2018

Fyrsta húgvan á tilfeingisbreytini

Jógvan í Garðastovu, sum vanliga verður nevndur Agga, var tann fyrsti, sum fekk húgvuna á høvdið á Miðnámi í Vestmanna í ár. Í morgun var hann til próvtøku í próvtøkuverkætlanini í fakinum tilfeingi A, sum hann hevur havt 3....[Les meira]


30.05.2018

20 nýggir ferðaleiðarar

Í dag fingu 20 nýggir ferðaleiðarar handað prógvini á Miðnámi í Vestmanna. Tey hava síðan fyrst í september mánaða í fjør gingið á ferðaleiðaraskeiðnum, sum skúlin hevur skipað fyri. Skeiðið hevur vart í umleið 170 tímar. Umleið...[Les meira]


18.05.2018

Fyrireikingarskeið í støddfrøði

Her er møguleiki at bøta um sínar førleikar í støddfrøði, um ein metir seg hava tørv á tí. Víst verður til lýsingina niðanfyri, har GLASIR bjóðar fyrireikingarskeið í støddfrøði. Skeiðið er ætlað teimum sum byrja á miðnámi...[Les meira]


23.04.2018

1. og 2. flokkur lestrartúr í Vágum

1. og 2. flokkur lestrartúr í Vágum í føroyskum og søgu. Vitjað var í Sandavágs kirkju, við minnisvarðan yvir Hammershaimb, á krígssavninum og í Kálvalíð. Ein góður og læruríkur túrur :)[Les meira]


Frá 1 til 6 av 83

Nýbrot

Tveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.

Hoyr sending...

Ansið eftir náttúruni

Hans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag
Hans Meinhard fekk prógv í 2016