Skip to main content

Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Fiskivinnuskúlanum er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum. Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

[Les meira]

Tíðindi

27.02.2017

Fiskivinnuskúlin skal nú eita “Miðnám í Vestmanna”

Navnið "Fiskivinnuskúlin" fer nú í søguna, og skúlin fer at eita "Miðnám í Vestmanna". Skúlin hevur síðan 2013 verið partur av gymnasialu miðnámsútbúgvingunum við tilfeingisbreytini. Talan er um serliga breyt...[Les meira]


22.02.2017

Opið hús á tilfeingisbreytini 6. mars

Mánakvøldið 6. mars kl. 19.30 bjóðar tilfeingisbreytin í Vestmanna øllum at vera hjartaliga vælkomin, sum vilja vita meira um gymnasialu breytina og síggja stásiligu hølini hjá skúlanum. Tiltakið er serliga ætlað ungum, sum ætla...[Les meira]


20.02.2017

1. flokkur kannar jarðfrøði og vitjar Tjóðsavnið

Næmingarnir á tilfeingisbreytini gera javnan kanningar í føroysku náttúruni umframt at vitja ymisk søvn og stovnar. Í síðstu viku kannaðu tey ymisk jarðfrøðilig viðurskifti í nærumhvørvinum. M.a. sóu tey lavabørkin omanfyri...[Les meira]


15.02.2017

Kunning um útbúgvingarmøguleikar eftir miðnám

Í dag skipaði lestrarvegleiðingin á tilfeingisbreytini fyri kunning um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum eftir miðnám. Í steðgunum høvdu næmingarnir høvi at práta við umboðini fyri ymsu stovnarnar. Ein góður og gevandi dagur. Tøkk...[Les meira]


10.02.2017

Vitjan á Bakkafrost

Í lærugreinini tilfeingi A læra næminganir í 3. flokki m.a. um alivinnu.  Arbeitt verður nú við eini verkætlan um alivinnu. Tí varð vitjað á Bakkafrost á Glyvrum og umborð á nýggja brunnbátinum Hans á Bakka fríggjadagin 10....[Les meira]


23.01.2017

Fiskivinnuskúlin aftur busssamband við Vágar

Næmingar úr Vágum, sum ganga á tilfeingisbreytini á Fiskivinnuskúlanum, kunnu nú aftur brúka bussarnar hjá Bygdaleiðum til og frá skúla í Vestmanna. Undan ársskiftinum var hóskandi bussamband í skúla um morgnarnar, men á veg...[Les meira]


Ansið eftir náttúruni

Hans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag
Hans Meinhard fekk prógv í 2016