Í heyst skipar Miðnám í Vestmanna fyri førleikamennandi skeiði í enskum máli til ferðavinnuna.

Skeiðið er ætlað teimum, sum arbeiða innan vinnuna, ella á annan hátt eru knýtt at ferðavinnuni.

Endamálið við skeiðnum er at veita grundleggjandi førleikar, so tey lesandi á greiðan hátt kunnu samskifta við ferðafólk og samstarvsfelagar innan ferðavinnuna umframt at menna orðatilfeingið í enskum máli, sum serliga hevur týdning í ferðavinnuhøpi. Skeiðið leggur dent á, at tey lesandi loysa og lata inn smærri sjálvstøðugar uppgávur og venja framløgur við grundarlagi í ferðavinnuni.

Skeiðið byrjar tann 29. august við ástøðiligari undirvísing og endar um miðjan desember við próvtøku. Undirvíst verður hvørt mikukvøld kl. 18.00 - 21.15, og luttakararnir hava møtiskyldu til undirvísingina.

Treytin fyri upptøku er, at umsøkjari hevur staðið enskt á B-stigi í gymnasialu miðnámsskipanini. Í ávísum føri kann umsøkjari tó verða tikin inn, um hann á annan hátt kann prógva líknandi førleika í enskum máli.

Kostnaður fyri skeiðið er kr. 600 fyri hvønn umframt keyp av bók til undirvísingina. Undirvísari er Rannvá Mortansdóttir, miðnámslærari í enskum.

Umsóknarblaðið er talgilt, og er at finna á hesi leinkju: innskriving.fo. Har verður skjalið útfylt og sent saman við neyðugum fylgiskjølum. Umsóknarfreistin er 20. august kl. 12. Nærri upplýsingar um skeiðið fáast við at venda sær til Anniku L. Black, samskipara, Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den..

 

Virksemiskalendari
  
Dagført:

   

Nýbrot

NýbrotTveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.

Hoyr sending...

Ansi eftir náttúruni!

hans meinardHans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.

Hoyr sending...

Við Tórði á túri

tordi a turiTórður Mikkelsen vitjar skúlan.

Hoyr sending...

360 mynd

Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Les meira...