Mikudagin 19. september verður tilfeingisbasarur v.m. á skúlanum

Næmingar í 2. flokki á tilfeingisbreytini skipa fyri ymsum tiltøkum í sambandi við Vestmannadagarnar.

 

Barnabiografur: Tveir filmar uttan aldursmark eru á skránni

Kl. 16.00 Vaiana

Kl. 18.00 Skønheden og udyret

Atgongumerki til hvønn filmin er 50 kr. íroknað poppkorn og saft.

Tilfeingisbasarur:

Kl. 16.30 – 19.00

Høvið verður at royna ymiskar matvørur, ið næmingarnir hava framleitt úr føroyskum tilfeingi, sum t.d. tara, hvonn, rabarbur o.a.

Til ber at keypa fjølbroytt úrval av vørunum. Peningurin, sum kemur inn, verður nýttur til námsferð hjá næmingunum.

Almennir fyrilestrar:

Kl. 17.00 Gutti Winther: Smakka uppá náttúruna

Kl. 18.00 Agnes Mols Mortensen: Tari í Føroyum sum tilfeingi

Tað er ókeypis atgongd, har øll eru vælkomin til fyrilestrar og tilfeingisbasar.

Virksemiskalendari
  
Dagført:

Myndasavn

   

Nýbrot

NýbrotTveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.

Hoyr sending...

Ansi eftir náttúruni!

hans meinardHans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.

Hoyr sending...

Við Tórði á túri

tordi a turiTórður Mikkelsen vitjar skúlan.

Hoyr sending...

360 mynd

Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Les meira...