Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Les meira...

Í dag var tiltakið "Vika sex 2019" við undirheitinum “MERK MØRK” á Miðnámi í Vestmanna, har næmingar lærdu at seta síni egnu mørk og at virða mørkini hjá øðrum. Bárður Persson og Jákup Dahl framførdu smáar leikir til tiltakið, og næmingarnir høvdu høvi at tosa við tey, sum skipaðu fyri. Næmingarnir luttóku eisini í spurnarkanning og fingu ymiskt tilfar, sum gjørdi tey tilvitaði um at at kenna mørk hjá øðrum og at kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða hesi mørk.

IMG 0727Tiltakið hevur verið á øllum miðnámsskúlin í Føoyum hesa vikuna og endar við einum fyrilestri í Perluni hóskvøldið 7. februar kl. 20. Marin í Dali, sum er lækni, og sum hevur skrivað høvuðsritgerð um keldur til vitan um sexualitet millum ung í Føroyum, heldur fyrilesturin.

IMG 0749

Umsóknarblaðið 2019

Nú ber til at søkja inn á tilfeingisbreytina á Miðnámi í Vestmanna at byrja eftir summarfrítíðina í 2019.

Tú kanst søkja við talgildum umsóknarblaði her: www.innskriving.fo.

Talgilda umsóknarblaðið er knýtt at sama dátugrunni, sum skúlar skráseta støðu- og próvmet í. Brúkar tín skúli dátugrunnin, heintar skipanin tí sjálv persónsupplýsingar, støðu- og próvmet fram í umsóknarblaðið. Talgildað umsóknarblaðið er lættasti vegur at søkja, og leiðbeining sæst á heimasíðuni.

Til ber eisini at søkja við pappírsútgávuni, sum tú kanst taka niður her:

Umsóknarfreistin er 15. mars 2019

Virksemiskalendari
  
Dagført:

Myndasavn

   

Nýbrot

NýbrotTveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.

Hoyr sending...

Ansi eftir náttúruni!

hans meinardHans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.

Hoyr sending...

Við Tórði á túri

tordi a turiTórður Mikkelsen vitjar skúlan.

Hoyr sending...

360 mynd