Í morgun settu næmingarnir í 1. flokki jólatræið upp á skúlanum, sum siðvenja hevur verið seinastu árini um hesa tíðina. Eisini prýddu tey við hjørtum og jólaperum ymsastaðni í felagshølunum.
Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.
Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.