Teir gomlu føroyingarnir dugdu helst allir at seta niður og taka upp epli, men støðan er øðrvísi ídag. Undan páskum hevði Fróði Skúvadal skaffað næmingunum í 1. flokki eitt jarðarstykki, har tey kundu velta nøkur epli í sambandi við undirvísingina í tilfeingisfrøði.

Eplini vórðu sett niður tann 24. apríl. Slagið var Folva, sum sigst at egna seg væl til flagveltu, og tí ber til at fáa nógv epli burturúr einum lutfalsliga lítlum lendi.

Spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at frukta, tá eplini skulu takast uppaftur í heyst, tá somu næmingarnir ganga í 2. flokki.

Samskipari av ferðavinnuútbúgvingini

Annika Larsen Black

 annika larsen black

alb@miv.fo

+ 298 225215