Seinasta undirvísingardag 16. mai fóru flestu av starvsfólkunum á Miðnámi í Vestmanna útferð til Saksunar.

Farið varð úr Vestmanna um 13 tíðina við opna bátinum Urðardrangi, og í Saksun var ætlanin at seta fólkini á land í lítlari jollu. Men tá komið var norður fyri Lónna, var fitt av vindi og so mikið óslætt í sjónum, at ikki var hugsingur um at fara í land. Tí vendu vit aftur til Vestmanna, haðani koyrt var til Saksunar.  

Í Saksun visti bóndin okkum runt í gomlu Dúvugørðum, og kirkjan varð eisini vitjað. Ein av lærarunum hevði skyldfólk í Saksun, og har varð borðreitt við alskyns góðum føroyskum mati.

Samskipari av ferðavinnuútbúgvingini

Annika Larsen Black

 annika larsen black

alb@miv.fo

+ 298 225215