Í løtuni eru fyrireikingar í gongd at skipa eina yrkisliga ferðavinnuútbúgving, sum eftir ætlan skal byrja í 2019. Málbólkurin eru fólk við gymnasialari miðnámsútbúgving, sum eru 20 ár og eldri, og sum ynskja at arbeiða innan føroysku ferðavinnutænastuna.

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi praktiskar og ástøðiligar førleikar, so tey eru væl ílatin at arbeiða innan ferðavinnuna. Nevnast kunnu t.d. førleikar innan tænastuveiting, at fyrireika og fyriskipa ymisk ferðavinnutiltøk og at skipa eina burðardygga ferðavinnumenning.

Eftir ætlan verður kunnað nærri um útbúgvingina móti sumri 2019.

Samskipari av ferðavinnuútbúgvingini er Annika Larsen Black, Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den., tlf. 225215