Høvdu teir gomlu vita........

Icebergsalat og sjerrytomatir á Bacalao var ikki gamalt. Annar flokkur í Miðnámi í Vestmanna var og vitjaði hydroponics anleggið á fyrstu hædd í Bacalao.
Við hydroponics verður roynt at grógva plantur uttan mold. Vatn rennur ígjøgnum kanalir ella rennur, og planturnar verða settar soleiðis, at røturnar eru í vatninum. Tøðevni verður sett til vatnið, og kunstigar ljóskeldur verða stýrdar av einari teldu at eftirlíkna degi og nátt. Næla er eitt smápartafelag sum hevur til endamáls, at gera royndir við hesum. Næla hevur innivist á fyrstu hædd á Bacalao.