Tíðindi

< Umsóknarfreistin er 15. mars
13.03.2017 15:16 Aldur: 189 days

Danskir studentaskúlanæmingar vitja tilfeingisbreytina


Herning Gymnasium og tilfeingisbreytin í Vestmanna hava skipað fast samstarv um næmingar og lærarar, sum Norðurlandaráðið stuðlar fíggjarliga. Síðsta heyst vitjaðu Fróði Skúvadal og Magnus Gaard í Herning, har teir m.a. undirvístu donskum studentaskúlanæmingum. 

Ídag vitjaðu ein 2. g úr Herning og tríggir lærarar á Miðnámi í Vestmanna. Fyrrapartin gjørdi 3. flokkur á tilfeingisbreytini ymsar starvsstovuroyndir saman við donsku næmingunum í báðum starvsstovunum á skúlanum. Seinnapartin fóru flokkarnir báðir rundferð í Vestmanna, har Fróði Skúvadal greiddu frá um bygdina.

Donsku næmingarnir steðga í Føroyum alla hesa vikuna.