Tíðindi

< Navnið Fiskivinnuskúlin farið í søguna
19.06.2017 11:35 Aldur: 65 days

Fyrstu húgvurnar á tilfeingisbreytini


Mánamorgunin 19. juni byrjaði tann seinasta próvtøkan á tilfeingisbreytini á Miðnámi í Vestmanna í ár, og tá fingu teir fyrstu næmingarnir húgvuna á høvdið. Teir fyrstu vóru Andrias Thomasen úr Sørvági og Bjarni Lisberg úr Havn. 

19 næmingar taka endaligt prógv á skúlanum í summar, og tey fáa prógvini handað á samkomu á skúlanum hósdagin 22. juni kl. 14. 

Øll eru vælkomin til prógvhandanina.