Skip to main content

Fiskivinnuskúlin 25 ár á baki

Fiskivinnuskúlin, sum byrjaði í 1989, fekk eina trilvandi byrjan. Skúlin byrjaði sum ein yrkisskúli, sum skuldi útbúgva starvsfólk á millumleiðarastigi til fiskavirkis- og alivinnuna, men í dag er skúlin ein studentaskúli í nýggju gymnasialu breytaskipanini.

Í fyrru helvt av 80-unum varð dúgliga kjakast um at seta á stovn fiskivinnuundirvísing og fiskivinnuútbúgving í Føroyum. Politiska ynskið var, at ungdómurin skuldi fáa betri kunnleika til føroysku høvuðsvinnuna, og at tey ungu skuldu kunna fáa útbúgving á økinum.

Frammanundan vóru fleiri smærri royndir gjørdar at fáa gongd á fiskivinnundirvísing. Í 1968 kundu næmingarnir í 8. og 9. flokkunum velja fiskivinnu sum vallærugrein. Í 1971 samtykti landsstýrið at skipa fyri styttri skeiðum í fiskavirking á Klaksvíkar Sjómansskúla. Í 1974 setti Fróðskaparsetrið við góðkenning frá landsstýrinum eina nevnd, sum skuldi gera uppskot til eina millumteknikaraútbúgving á fiskivinnuøkinum. Onki spurdist tó burtur úr hesum ætlanum.

Í 1974 gjørdist fiskivinna vallærugrein í HF-útbúgvingini og í 1977 í HH-útbúgvingini á Handilsskúlanum. Í árunum 1979 til 1981 arbeiddi Tekniski Skúli í Tórshavn við ætlanum um at skipa eina útbúgving av fiskavirkingaratstøðarum, sum heldur onki spurdist burturúr. Í 1983 gjørdist fiskivinna lærugrein í FHS-útbúgvingini á Handilsskúlanum.

Fiskivinnuskúlin verður fyrireikaður

Í 1982 fekk Landsskúlafyrisitingin álagt at fara undir fyrireikingar, so ein fiskivinnuútbúgving kundi setast á stovn í Føroyum. Sama árið setti landsskúlastjórin eina nevnd at arbeiða við uppskoti um fiskivinnuútbúgvingar. Nevndin, sum varð mannað við fólki frá Landsskúlafyrisitingini og vinnufeløgum, legði fram álit í september 1983.

Álitið frá nevndini gjørdist grundarlag fyri løgtingslóg um Føroya yrkisskúla fyri fiskaídnað og havbúnað frá 5. mai 1987, sum skúlin í veruleikanum altíð hevur itið. Í oktober 1988 varð lýst eftir skúlastjóra og umsitingar- og praktikkleiðara. Bæði størvini vóru sett um ársskiftið 1988-1989.

Ongin skúlabygningur

Fyrstu tíðina hevði skúlin ongi høli, og tí starvaðist skúlaleiðslan á Landsskúlafyrisitingini teir fyrstu mánaðirnar.

Landsstýrið hevði gjørt av, at skúlin skuldi byrja sítt virksemi í Vestmanna, og tí var neyðugt at finna egnaði høli til nýggja skúlan. Hetta var ikki nøkur løtt uppgáva, tí hóskandi høli vóru ikki til. Á vári 1989 keypti landið eini stór sethús, sum skuldu umbyggjast til skúlabrúks. Umbyggingin tók longri tíð enn væntað, men fyrst í september mánaði 1989 var komið so mikið áleiðis, at til bar at taka ímóti fyrstu næmingunum.

Skjótt gjørdist ov trongligt í hesum húsunum, og sum fráleið leigaði skúlin trý sethús afturat fyri at kunna húsa øllum næmingunum.

Útbúgvingarbygnaður

Stórur áhugi var fyri at søkja inn á skúlan í byrjanini, og fyrsta árið søktu um 60 næmingar. 36 vórðu tikin inn, og tá avtornaði møttu 27 næmingar. Hesi vórðu skipað í tveir flokkar. Teir næmingarnir, sum høvdu í minsta lagi tvey ára vinnulívsroyndir gingu støðisárið á skúlanum og hildu so fram eitt ár afturat á skúlabonki, áðrenn tey fingu prógv. Tey, sum ikki luku treytina um vinnuroyndir, gingu trý ár í skúla, har tey vóru í starvsvenjing tað mittasta árið. Fiskavirki, alibrúk og onnur virki tóku væl ímóti næmingunum, sum høvdu tørv á starvsvenjing.

Longu í 1992 varð útbúgvingarbygnaðurin broyttur. Tá varð starvsvenjingarárið strikað, og útbúgvingin skipað við einum støðisári og síðan tvey ára skúlagongd burturav. Á próvnum hjá næmingunum stóð “Fiskivinnutøkningur”.

Lærugreinarnar hjá næmingunum, sum byrjaðu í 1994, vórðu á fyrsta sinni skipaðar í gymnasialu stigaskipanini. Tá hesi fingu prógv í 1997 varð heitið á próvnum “Prógv í hægri fiskivinnuútbúgving”. Frá 1994 kundu næmingarnir eisini velja eina tvey ára atstøðisútbúgving í fiskivinnu, sum var meira praktiskt rættað. Bara fáir næmingar valdu henda møguleika, og seinni varð atstøðisútbúgvingin tikin av.

Um ár 2000 fekk skúlin áheitan frá vinnuni um at skipa yrkisútbúgvingar innan fiskavirking og aling. Skúlin legðist ikki á boðini og farið varð undir at skipa neyðuga grundarlagið. Teir fyrstu lærlingarnir byrjaðu á skúlanum í 2002. Yrkisútbúgvingarnar tóku góð trý ár, og vóru skipaðar við skúlagongd fyrsta árið. Annað árið vóru lærlingarnir á læruplássinum, og triðja árið varð skift ímillum lærupláss og skúla. Seinni skipaði skúlin eisini yrkisútbúgvingar innan landbúnað og fiskireiðskap – serliga trol, men áhugin fyri hesum útbúgvingum var lítil og ongin.

Sjálvt um vinnuvirkini søgdu seg hava stóran áhuga at seta lærlingar í eini kanning frammanundan, so vísti áhugin seg at vera lítil, tá avtornaði. Næmingarnir vístu seg heldur ikki at hava stóran áhuga fyri hesum nýggja tilboðnum. Teir seinastu lærlingarnir vóru lidnir á skúlanum í 2010.

Seinastu árini hevur trý ára gymnasiala útbúgvingin verði tann berandi parturin av Fiskivinnuskúlanum. Umsøkjaratalið hevur verið svingandi og var serliga lágt um ár 2000. Seinnu árini hevur umsøkjaratalið verið rættiliga støðugt og hevur ligið um 30-40 umsóknir hvørt árið. Av hesum eru einir 22-26 næmingar byrjaðir á skúlanum.

Í 2013 gjørdist útbúgvingin á Fiskivinnuskúlanum partur av nýggju gymnasialu breytaskip­anini, og næmingarnir ganga á tilfeingisbreytini. Nýggja breytin er serliga lagað til føroyska samfelagið og ætlað teimum, sum hava áhuga fyri náttúru, náttúrutilfeingi, umhvørvi og burðardyggari nýtslu av livandi tilfeinginum. Teir fyrstu næmingarnir á tilfeingisbreytini taka prógv í 2016.

Skúlin hevur í fleiri umførum skipað fyri skeiðum til vinnuna, m.a. skeiðum til alivinnuna og í innaneftirliti og matvørutrygd.

Royndir at bøta um hølistørvin

Hølisviðurskiftini hjá skúlanum vóru út av lagi vánalig frá byrjan, men royndir vórðu gjørdar at útvega skúlanum frægari høli.

Í skrivi til skúlamyndugleikarnar í 1997 mælti skúlin til at leiga ein part av eini virkishøll í Vestmanna. Hølini vóru partvíst innrættað, men neyðugt var at umbyggja og byggja afturat inni í høllini, um hetta skuldi vera nøktandi loysn. Tingast var aftur og fram um leigu, keyp og treytir, men ætlanin gjørdist av ongum.

Í 2000 setti Signar á Brúnni, táverandi landsstýrismaður, limir í nevnd við breiðari umboðan fyri føroysku fiskivinnuna at gera álit um útbúgvingar innan fiskivinnuna. Í álitinum frá nevndini varð mælt til at seta á stovn fiskivinnu- og havbúnaðarmiðstøð við eini útbúgvingareind (sum m.a. fevndi um verandi fiskivinnuskúla), eini menningareind og eini kunningareind.

Á løgtingsfíggjarlógini og í eykafíggjarlóg í 2002 vórðu pengar settir av at keypa høllina í Vestmanna og at innrætta bygningin til skúlabrúks. Partarnir samdust um keypsprísin, men Mentamálaráðið legði ávísar treytir við keypinum. Byggiumsitingin hjá landinum varð síðan biðin um at kanna bygningin og undirlendið. Tá avtornaði mælti byggiumsitingin frá at keypa bygningin til ætlaða endamálið. Tí gjørdist keypið av ongum.

Nýggjur skúli í 2009

Í juli 2002 setti Óli Holm, landstýrismaður nevnd at gera álit um hølisviðurskiftini hjá Fiskivi

nnuskúlanum. Nevndin læt landstýrismanninum álit í januar 2003, har mælt varð til at byggja nýggjan skúla og sjódepil í Vestmanna. Nevndin mælti til at byrja við at byggja sjálvan skúlan sum 1. byggistig. Fyrra stigið skuldi fevna um 1200 fermetar og varð mett at kosta um 22 mió. kr í dagsins prísi.

Seinni varð mælt til at byggja um 1000 fermetrar afturat til sjálvan sjódeplin. Hetta seinna byggistigið, sum í stóran mun skuldi vera ein tænastumiðstøð til vinnuna, gjørdist tó ongantíð veruleiki.

Í november 2003 setti Annita á Fríðriksmørk, landsstýriskvinna bygginevnd at fyrireika bygging av nýggum skúla. MAP-arkitektar vórðu valdir at fyrireika byggingina. Arkitektarnir mæltu í fyrstu syftu til at byggja 1550 fermetrar fyri 27,3 mió. kr. Bygningurin var væl størri, og prísurin væl hægri enn hølisnevndin frammanundan hevði mælt til. Tí varð skorið í hølisskránni, og bygningurin minkaður til góðar 1200 fermetrar.

Hetta uppskotið fekk undirtøku í Mentamálaráðnum, og í mai 2005 samtykti Løgtingið í verklagslóg at heimila bygging av nýggjum skúla fyri í mesta lagi 22 mió. kr. Gamla kostnaðarmetingin frá 2003, sum heldur ikki var serliga neyv, vísti seg skjótt ikki at halda, hóast roynt var at spara. Tí varð skúlabyggingin boðin út heilar fýra ferðir, áðrenn tað eydnaðist at fáa skúlan bygdan. Tá hevði Løgtingið játtað 29 mió. kr. tilsamans til sjálvan skúlabygningin.

Í juni 2007 varð byggisáttmáli undirskrivaður við M.T. Højgaard, og í mars 2009 flutti skúlin inn í nýggjan og stásiligan skúlabygning á ferjuleguni í Vestmanna.

Samanumtøka

Fiskivinnuskúlin hevur nú virkað í 25 ár. Hølisviðurskiftini hjá skúlanum vóru ógvuliga vánalig tey fyrstu 20 árini, men hetta broyttist munandi, tá nýggi skúlin varð tikin í brúk. Flestu næmingarnir, sum tóku prógv á skúlanum fyrstu árini, vóru tilkomin fólk, sum brúktu prógvið til at finna sær starv í vinnuni. Síðst í 90-unum minkaði umsøkjaratalið. Fá av teimum, sum tóku prógv á skúlanum fyrstu árini, fóru undir víðari útbúgving.

Síðan er umsøkjaratalið vaksið nógv aftur, og nú eru tað í flestu førum ungdómar, sum koma á skúlan at taka eina gymnasiala útbúgving. Flestu teirra ætla sær at útbúgva seg víðari.

Um 300 fólk hava tikið prógv av Fiskivinnuskúlanum síðan 1990, og nógv tey flestu hava tikið 3 ára HIF-prógv (hægri prógv innan fiskivinnu). Hesi síggjast nú aftur í vinnuni. Fleiri teirra eru í størvum, sum skúlin upprunaliga varð ætlaður til, meðan onnur eru farin heilt aðrar vegir.

Frá á sumri 2013 hevur Fiskivinnuskúlin verið partur av nýggju gymnasialu breytaskipanini og bjóðar næmingum at ganga á tilfeingisbreytini. Í løtuni ganga 66 næmingar í trimum flokkum á skúlanum, sum nú heldur er ein tilfeingisskúli enn ein fiskivinnuskúli. Tí verður navnið “Tilfeingisskúlin” brúkt sum undirheitið til upprunaliga navnið.

 

Jákup Andreasen

Skúlastjóri