Skip to main content

Øðrvísis skúli

Fiskivinnuskúlin bjóðar nú øðrum vælkomnum at brúka hentleikarnar í nýggja skúlabygninginum.

Ráðstevnuhøli til 70 fólk, starvsstovu til kemiskar og lívfrøðiligar royndir og høli til fiska- og matframleiðslu. Legg afturat hesum hugnaliga umhvørvið Inni á Fjørð, har eitt nú Vestmanna Tourist Centre liggur við matstovu og søgusavni, so hevur tú karmarnar um eina væleydnaða ráðstevnu ella fundarvirksemi av øðrum slagi.

Ráðstevnuhøli

 

Fleiri virki og stovnar hava brúkt ráðstevnuhølini á nýggja skúlanum, tá skúlin ikki hevur brúkt tey í undirvísingini. Eitt nú hava Eik banki, SEV, Elektron og Yrkisdepilin leigað ráðstevnuhølið á skúlanum, sum hevur alla framkomna tøkniliga útgerð til fundir og framløgur.

Matstovan Fjørukrógvin í Vestmanna Tourist Centre liggur tætt upp at Fiskivinnuskúlanum og er altíð tilreiðar at lata mat í sambandi við ráðstevnur ella onnur tiltøk. Nýggja og forkunnuga Søgusavnið, sum liggur á ovaru hædd í Fjørukrónni, er eitt frískligt og spennandi innslag, sum fundurin ella tiltakið kann “peppast upp við”.

Um áhugi er fyri at leiga ráðstevnuhølið, har matur og/ella útferð til eitt nú Vestmannabjørgini er við, kunnu tit vitja inn á heimasíðuna www.fjorukrogvin.fo - trýst á ráðstevnur. Til ber at senda Fjørukrónni teldupost og fáa eitt samlað tilboð.

 

Royndarhøli

Umframt vanligu starvsstovuna hevur Fiskivinnuskúlin eitt høli til fiska- og matframleiðslu, sum vinnuvirkir kunnu brúka til royndar- og menningarvirksemi eftir tørvi.

Hølið er útgjørt við góðkendum sóttreinsingaranleggi, sum sóttreinsar frárenslið, sum rennur út úr húsunum. Hetta er ein treyt fyri at kunna arbeiða við alifiski.

Skúlin bjóðar áhugaðum virkjum at brúka høli og útgerð til menningararbeiði. Her er tað bara hugflogið, sum setir avmarkingarnar.

 

Mentunardepil

Matar- og ráðstevnuhølið á skúlanum er sera vælegnað til eitt nú filmsframvísingar og fyrilestrar.

Tí tekur skúlin fegin ímóti uppskotum til tiltøk, sum kunnu vera av lokalum, almennum og vinnuligum áhuga.