Skip to main content

Jákup Andreasen

Tlf. (heima): 42 43 22 
Tlf. (arbeiði): 42 45 73 ella 22 16 54 
Teldupostur: fiskvest@fiskvest.fo

Arbeiðsroyndir:

1989-  Skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum síðan byrjan sama árið og lærari í lívfrøði og fiskivinnu meginpartin av tíðini.

1985-1989 Tíðindamaður í Útvarpi Føroya. Varð settur at skipa fastar fiskivinnu­sendingar burturav.

1987-1987 Arbeiddi tríggjar mánaðir á smolt- og alistøð (tíðaravmarkað farloyvi úr Útvarpinum).

1985-1985 Skipaði praktiskar fiskiroyndir fyri Fiskirannsóknarstovuna, sum m.a. fevndu um royndarfiskiskap eftir gulllaksi.

1976-1984 Arbeiddi sum biologatstøðingur á Fiskirannsóknarstovuni í fleiri umførum. Sigldi m.a. við rannsóknarskipinum Magnusi Heinason og øðrum skipum, sum stovnurin leigaði til royndarfiskiskap.

1975-1976 Tíðindamaður í eitt hálvt ár.

Útbúgvingar:

2006 Skeiðsdepilin, FO-100 Tórshavn 
Projektleiðaraútbúgving.

2004-2006 Skeiðsdepilin, FO-100 Tórshavn  
Diplomleiðaraútbúgving (Diploma in Management).

1984-1985 Rungsted Statsskole, Danmark 
Ástøðiligt og verkligt prógv í námsfrøði (pedagogikum).

1976-1984 Universitetini í Keypmannahavn og Tromsø 
Náttúruvísindaligt embætisprógv (cand. scient.) í lívfrøði við sergrein í fiski­frøði Við lærdu háskúlarnar í Keypmannahavn og Tromsø. Høvuðsritgerðin varð gjørd í samstarvi við Fiskirann­sóknarstovuna, og fevndi um eina kanning av hvítingsbróðirstovninum undir Føroyum.

1972-1975 Føroya Studentaskúli, FO-100 Tórshavn 
Studentsprógv, málslig-samfelagsfrøðilig grein.