Skip to main content

Lestrarreglur

Næmingar hava skyldu til at møta rættstundis til allar tímarnar og at taka aktivan lut í undirvís-ingini. Hetta vil siga, at næmingur skal:

  1. Vera til staðar í undirvísingarhølinum, fyrireikaður og luttakandi, tá íð lærari undirvísir.
  2. Lata inn skrivlig avrik rættstundis, sum í dygd og vavi lúka ávís krøv.
  3. Taka lut í várroyndum, ársroyndum og royndum annars.
  4. Taka lut í undirvísing, sum er skipað sum vitjan, námsferð ella líknandi.
  5. Taka lut í allari aðrari undirvísing, t.d. sjálvstøðugum arbeiði og virtuellari undirvísing, sum er løgd til rættis, og sum er partur av samlaðu undirvísingini.

Skúlastjórin kann geva næmingi við rørslutarni loyvi at víkja frá møtiskylduni. Í ítrótti og heilsu skulu næmingar hava kravd klæði og skógvar við í skúla. Skúlin kann krevja læknaváttan frá næmingi, sum ikki møtir í skúla, sum næmingurin sjálvur má gjalda fyri. Øll frávera og manglandi ella ov sein innlating av skrivligum uppgávum verður skrásett.

Skráseting av uppmøting

Lærarar skráseta næmingar, sum eru møttir og ikki møttir í byrjanini av hvørjum tíma. Um næmingur kemur ov seint, fær hann fráveru fyri tíman. Um næmingur hevur trupult við at møta rættstundis, biður lærari næmingin um at tosa við lestrarvegleiðara, sum samstundis fær boð frá lærara.
Næmingar hava skyldu til javnan at kunna seg um egna fráveru og at gera vart við seg, um frávera er skeivt skrásett. Næmingur undir 18 ár hevur skyldu til at kunna foreldur síni um egna fráveru.

Skráseting av innlatingum

Lærarar hava skyldu til at skráseta næmingar, sum lata inn, og sum ikki lata inn skrivlig avrik til tíðina. Lærarar skulu eisini taka støðu til, um skrivlig avrik eru nøktandi í dygd og vavi. Í serligum føri kann lærari geva næmingi longda innlatingarfreist. Lærarar skulu í minsta lagi seinast í hvørjum mánaði kunna skúlaleiðsluna um støðuna við innlatingum hjá einstøkum næmingum. Uppgávur, sum ikki verða latnar inn til ásetta tíð, skulu latast inn á skrivstovu skúlans. Næmingur hevur skyldu til regluliga at kunna seg um støðuna við egnum innlatingum og at gera vart við seg, um innlatingar eru skeivt skrásettar.

Mannagongd við fráveru og manglandi innlating av skrivligum uppgávum

Frávera og manglandi innlatingar av skrivligum arbeiði verða javnan gjørdar upp. Um lærari leggur til merkis, at næmingur ikki møtir nóg væl upp og/ella ikki letur inn allar kravdar uppgávur ella ikki letur inn rættstundis, verður næmingurin biðin um at tosa við lestrarvegleiðaran, sum samstundis fær boð frá læraranum.
Skúlastjórin hevur ábyrgdina av, at luttøka í undirvísing og innlating av skrivligum avrikum støðugt verður skrásett og skal meta um, um átøk skulu setast í verk móti næmingum, sum ikki røkja sínar skyldur. Skrásetingar eru galdandi fyri eitt ár í senn. Meting um átøk skal í hvørjum einstøkum føri byggja á óheftu fráveruskrásetingina, upplýsingar um orsøkir til fráveruna og kunnleika skúlans um heildarstøðu næmingsins. Hesi átøk eru galdandi á Fiskivinnuskúlanum:

Námsfrøðilig ábreiðsla: Fer frávera upp um 10 % av lisnum tímum/skr. innlatingum í einstøku lærugreinini ella upp um 8% av samlaðu lisnu tímunum, gevur stjórin næmingi rættleiðing og náms­frøðiliga ábreiðslu. Stjórin vísir næminginum til lestrarvegleiðaran. Lestrarvegleiðarin vegleiðir næmingin og ger ætlan fyri møguligar vantandi skrivligar innlatingar og kunnar næmingin um avleiðingarnar, um námsfrøðiliga ábreiðslan ikki verður tikin til eftirtektar. Lestrarvegleiðarin gevur foreldrum boð um at koma við á fundin, um næmingurin ikki er myndugur.

Skrivlig ávaring: Tekur næmingur ikki námsfrøðiliga ábreiðslu til eftirtektar, fær hann skrivliga ávaring. Í ávaringini verður hann biðin um at fáa uppmøting og/ella skrivligar innlatingar í rættlag. Hetta er ein treyt fyri at kunna halda fram á skúlanum. Er næmingurin ikki myndugur, tryggjar skúlin sær, at foreldrini fáa boð um støðuna.

Burturvísing av skúlanum: Tekur næmingur ikki skrivligu ávaringina til eftirtektar, verður hann vístur burtur av skúlanum.

Átøkini móti næmingum, sum ikki halda møtiskylduna, sum ikki lata skrivligar uppgávur inn rætt­stundis ella sum annars bróta lestrar- og skilhaldsreglurnar á skúlanum, verða vanliga latin í hesu raðfylgju:

  1. Námsfrøðilig ábreiðsla
  2. Skrivlig ávaring
  3. Burturvísing

Tó kann raðfylgjan verða ein onnur, um næmingur grovliga brýtur reglurnar. Í slíkum føri kann skúlin burturvísa næmingi uttan aðra fráboðan. Um næmingur serliga brýtur reglurnar móti endanum av einum skúlaári, kann skrivlig ávaring flytast til næsta skúlaár.

Svik við innlatingum

Tað er ikki loyvt næmingi at lata inn skrivligar uppgávur, sum í heilum líki ella partvíst eru skrivaðar av eftir øðrum ella at lata inn avskrift frá øðrum uttan at vísa til kelduna. Heldur ikki er loyvt at lata annan persón skriva uppgávuna ella at lata inn tilfar, sum t.d. er tikið beinleiðis av internetinum. Um svik við skrivligum avriki verður avdúkað, verður næmingurin vístur til skúla-stjóran, sum kann seta átøk í verk móti næminginum.
Um næmingur svikar við innlating av størri skrivligum uppgávum, verður avrikið ikki góðtikið. Skúlastjórin tekur støðu til, um næmingur skal ganga skúlaárið umaftur, ella um næmingurin fær loyvi at skriva nýggja uppgávu.
Í lestrarmenningini 1. skúlaárið verða næmingarnir gjølla kunnaðir um reglurnar og avleiðingarnar av at svika við skrivligum innlatingum.

Uppflyting í næsta flokk

Fyri at verða fluttur upp í næsta flokk skal næmingurin hava fingið nóg mikið burtur úr undir­vísingini. Uppflyting verður viðgjørd á fundi millum lærarar og stjóra í endanum av skúlaárinum.
Hevur næmingur í endanum av skúlaárinum fingið eitt miðaltal, sum er ájavnt við ella hægri enn 2,0, kann skúlastjórin ikki nokta fyri at flyta næmingin upp í næsta flokk. Er miðaltalið hinvegin undir markinum fyri at standa og mett verður, at næmingurin hevur fingið ov lítið burtur úr undirvísingini, kann skúlastjórin nokta fyri at flyta næmingin upp í næsta flokk. Skúlastjórin kann eftir umsókn frá næmingi, sum ikki verður fluttur upp, geva honum loyvi til at taka árið umaftur eina ferð.

Stakgreina- og sjálvlesandi

Lestrar- og skilhaldsreglurnar á Fiskivinnuskúlanum eru eisini galdandi fyri stakgreina- og sjálv-lesandi við teimum avmarkingum, sum eru galdandi fyri hesi.

Kærumøguleikar

 Avgerðir hjá skúlastjóranum um átøk mótvegis næmingi, og avgerðir um at nokta uppflyting í næsta flokk kunnu kærast til landsstýrismannin í mentamálum. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið avgerðina. Kæran skal vera skrivlig, hava ítøkiliga grundgeving og skal latast skúlastjóranum. Foreldur kunnu kæra fyri næming, sum ikki er myndugur.