Skip to main content

Høvuðsreglur fyri próvtøkuna 2014

Felags reglur?

  • Møtið í góðari tíð undan próvtøkuni (uppslag um dag, klokkutíðir og raðfylgju til munn-ligu próvtøkurnar verður hongt á uppslagstalvuna í gongini)og kunngjørt á stevnuni ”Próvtøkan 2014” í Firstclass. Høvuðsreglan er, at næmingar, sum møta ov seint, hava ikki rætt til at luttaka í próvtøkuni.
  • Um næmingur er sjúkur, skal skúlin hava fráboðan beinanvegin, og næmingurin skal hav-a verið hjá lækna sama dag (fingið læknaváttan). Hevur skúlin ikki fingið fráboðan í seinasta lagi kl. 15 próvtøkudagin, verður næmingurin roknaður sum ikki møttur.
  • Latið vera við at snýta (t.e.spyrja onnur, hjálpa øðrum næmingum ella brúka hjálpartil-far, sum ikki er loyvt). Tann, sum snýtir, verður burturvístur avskúlanum!
  • Spyrjið læraran í góðari tíð undan próvtøkuni, hvat tit hava loyvi til at hava við av hjálp-artilfari til skrivliga próvtøku og til fyrireiking til munnliga próvtøku í einstøku læru-greinini. Minnist til at hava loyvt hjálpartilfar við tykkum (pensum, orðabøkur, lumma-roknarar o.a.).
  • Næmingar mugu ikki læna lummaroknararfrá hvørjum øðrum undir eini skrivligari ella munnligari próvtøku.
  • Tað er strangliga bannað at hava fartelefon við til fyrireiking ella í próvtøkuhølun-um! Hetta er bæði galdandi til munnliga og skrivliga próvtøku! Næmingur, sum ikki yvirheldur hesa áseting, kann verða lagdur undir at royna at snýta!
  • Næmingur, sum er grundleggjandi ónøgdur við próvtalið, kann skrivliga lata skúlastjór-anum væl grundgivna og nágreiniligakæru. Til skrivligu próvtøkuna er kærufreistin 2 samdøgur eftir, at næmingurin hevur fingið próvtalið at vita. Til munnligu próvtøkuna er freistin 7 dagar.

Høvuðsreglur til munnliga próvtøku

  • Munnliga próvtøkan er byrjað, tá næmingurin hevur tikið próvtøkuspurningin.
  • Næmingarnir fáa próvtøkuspurningarnar við at velja ímillum seðlar. Bæði lærari og próv-dómari skulu vera hjástaddir, tá ið næmingurin velur ein spurning.
  • Lærarin skal tryggja sær, at næmingurin hevur skilt spurningin, áðrenn næmingurin fertil fyrireiking.?Lærarin hevur ábyrgdina av at leggja tilfar fram til fyrireiking og undir próvtøkuni, sum skúlin skal syrgja fyri.
  • Í fyrireikingartíðini hevur næmingur loyvi til atgera egnar uppskriftir (notat), sum hann kann styðja seg til(men ikki lesa upp úr)undir próvtøkuni saman við próvtøkuspurning-inum. Lærari og próvdómari hava rætt til at síggja uppskiftirnar.
  • Lærarin leiðir samrøðuna við næmingin. Tó eigur næmingurin at leggja fyri. Próvdómari kann seta næminginum einstakar spurningar.
  • Próvdømt verður beint eftir hvørja próvhoyring. Bæði lærari og próvdómari skulu vera hjástaddir, tá næmingurin fær próvtalið at vita.

 

Fiskivinnuskúlin 9. mai 2014

Kristinbjørg Høgnesen, stjóri