Skip to main content

Skilhaldsreglur á Fiskivinnuskúlanum

Øll hava skyldu til at kunna seg um lestrar og skilhaldsreglurnar og um møguligar broytingar. Lestrarvegleiðarin kunnar nýggjar næmingar um reglurnar við skúlaársbyrjan, um hví tær eru gjørdar og um møguligar avleiðingar, um tær verða brotnar. Reglurnar skulu eftirmetast eina ferð um árið og verða lagdar út á heimasíðu skúlans.

Høvuðsendamálið við reglunum er, at næmingurin skal røkka málinum við útbúgvingini, og tær skulu stuðla upp undir eitt munagott undirvísingarumhvørvi. Eitt munagott undirvísingarumhvørvi vil siga, at lærarar og næmingar virða hvønn annan og vísa tolsemi og hjálpsemi móti hvørjum øðrum. Stutt sagt skulu øll fara við øðrum, sum tey sjálvi ynskja at verða viðfarin.

Atburður

Næmingarnir skulu í tímum, fríkorterum, á vitjanum, á námsferðum og á veitslum vísa høviskan atburð og halda vanligan fólkaskikk. Næmingar skulu ikki mala út og inn í tímunum uttan loyvi frá lærara. Tað er ikki loyvt at eta og drekka í skúlastovunum, á starvsstovuni og í auditorium. Lærarar kunnu gera undantak í serligum føri. Tað er strangliga bannað at happa, at vera særandi ella mannminkandi í orðum ella atferð. Hetta er bæði galdandi millum lærara og næming og millum lærarar og næmingar sínámillum. Øll skulu fara væl um høli, innbúgv, tól og útgerð skúlans.

Tað er bara í heilt serligum føri loyvt at hava børn undir skúlaaldur og húsdjór við í skúla. Hesi mugu ikki órógva undirvísingina. Skúlastjórin skal í hvørjum einstøkum føri geva undantaksloyvi frammanundan.

Kunningartøkni

Næmingarnir skulu einans nýta teldur, teldlar og telefonir í tímunum til undirvísing og skúlaarbeiði eftir boðum frá lærarum.

Rúsevni o.t.

Tað er ikki loyvt at hava rúsandi evni ella rúsdrekka við í skúla, og næmingar mugu ikki møta ávirkaðir í skúla. Tað sama er galdandi í sambandi við útferðir, vitjanir og til felags tiltøk í sambandi við námsferðir. Skúlastjórin kann gera frávik frá ásetingini í sambandi við veitslur o. o. tiltøk á skúlanum. Royking er ikki loyvd innandura, og tað er bara loyvt at roykja í roykiskýlinum, sum vendir móti parkeringsøkinum. Tað er ikki loyvt at taka myndir, tá veitslur eru á skúlanum, og sum heild skulu næmingar vísa varsemi við ljóð- og myndatøku í skúlatíð.

Upprudding

Øll høli á skúlanum skulu vera ruddilig, og hvør einstakur lærari og næmingur tekur upp eftir sær sjálvum. Brúktir koppar, gløs, tallerkar, knívar og gaflar o.a. skulu setast á borðið við uppvaski-maskinuna í køkinum. Lærari og næmingar hava í felag ábyrgdina av, at stovurnar eru ruddiligar, tá skúladagurin er av, at talvurnar eru vaskaðar, og at stólarnir eru hongdir upp undir borðini.
Á Fiskivinnuskúlanum ganga øll inni í inniskóm. Gestir fáa bláar einnýtis hosur uttan á skógvarnar.

Upprudding í starvsstovu og fiskarúmi

Tá royndir verða gjørdar í starvsstovu ella fiskarúmi skal farast væl um høli, tól og útgerð. Næmingar rudda upp eftir sær og syrgja fyri, at gløs o.a. verður vaskað. Lærari og næmingar hava í felag ábyrgdina av, at høli og útgerð eru ruddað og rein, tá royndin er av.

Parkering

Súkklur skulu setast í súkklustativið uttan fyri úthurðina, og bilar skulu setast í parkeringsbásarnar á parkeringsplássinum oman móti ferjuleguni. Tað er strangliga bannað at parkera í busslummanum við framsíðu skúlans, og bara fólk við rørslutarni mugu brúka tað eina parkeringsplássið, sum er gjørt til teirra.

Bøkur o.a. frálærutilfar

Áðrenn skúlaárið endar, hevur lærari í einstøku lærugreinini ábyrgdina av at savna inn allar bøkur o.a. frálærutilfar í lærugreinini, sum næmingar hava lænt frá skúlanum.

Brot á skilhaldsreglur

Skúlin kann seta tiltøk í verk móti teimum, sum bróta skilhaldsreglurnar á skúlanum. Tiltøk skulu vera í mun til brotið á reglurnar og kunnu fevna um:

  1. Námsfrøðiliga ábreiðslu og rættleiðing.
  2. At geva næmingi skrivliga ávaring.
  3. At nokta næmingi luttøku í ávísum virksemi og tiltøkum (t.d. veitslum).
  4. Fyribils at nokta næmingi luttøku í undirvísing, tó í mesta lagi 10 dagar samanlagt hvørt skúlaár. Fráveran verður skrásett.
  5. Burturvísing. Um næmingur fremur groft brot á skilhaldsreglurnar, t.d. harðskap og/ella herverk, kann næmingur verða burturvístur uttan ávaring.