Skip to main content

Tilfeingisbreytin – lokal, grøn og global

Tilfeingisbreytin á Fiskivinnuskúlanum er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni. Tilfeingisbreytin gevur næmingunum almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Á breytini verður serliga undirvíst í náttúruvísindaligum lærugreinum á C-, B- og A-stigi, og breytin er serliga ætlað teimum, sum hava áhuga fyri náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum. Stutt sagt er talan um eina grøna gymnasiala breyt, sum tekur trý ár.

Seinastu árini eru fleiri av teimum, sum hava tikið prógv á Fiskivinnuskúlanum, farin undir hægri lestur á universitetum í fleiri ymsum londum, t.d. Norra, Danmark, Póllandi, Australia, Skotlandi og Onglandi.

Nýggja tilfeingisbreytin er grundað á tey føroysku náttúruvirðini, sum gevur teimum ungu eina føroyska barlast, áðrenn tey fara uttanlands at lesa. Tí kann roknast við, at fleiri teirra fara at velja hægri útbúgvingar, sum vit hava brúk fyri í Føroyum, og væntandi fer onkur teirra at seta nýggj arbeiðspláss á stovn.

Á tilfeingisbreytini eru tvær nýggjar lærugreinir, sum ikki finnast á øðrum breytum. Tann fyrra lærugreinin er tilfeingisfrøði á B-stigi, sum skal geva næmingunum grundleggjandi vitan um tey ymsu sløgini av livandi verum í føroysku náttúruni, og tann samfelagsliga týdningin, tey hava. Næmingarnir skulu eisini duga at meta um, hvussu vit gagnnýta okkara náttúrutilfeingi, sum er, og um menningarmøguleikar fyri betri gagnnýtslu í framtíðini, so vit fáa fleiri arbeiðspláss í Føroyum.

Hin nýggja lærugreinin er tilfeingi á A-stigi, har næmingarnir arbeiða við fýra verkætlanum triðja skúlaárið. Verkætlanir kunnu gerast innan hesi øki: Náttúrutilfeingi, aling, landbúnað, fiskiskap og veiðu, framleiðslu og náttúrunýtslu.