Skip to main content

SkrubbuGlimmur hevði mest kreativa hugskotið í evropeisku EBG-finaluna 2011

Í hesum døgum hevur árliga íverksetarakappingin “Enterprise-European Business Games”, stytt EBG, verið í italska býnum Piacenza. Bólkurin “SkrubbuGlimmur” frá Fiskivinnuskúlanum umboðaði Føroyar, og fekk heiðurin fyri at hava ment tað mest kreativu verkætlanina í EBG 2011. Næmingarnir í bólkinum eru Sára Mikkelsen, Sóleyð P. Jacobsen og Sólja Thorleifsson. Jórun Nielsen er eisini við í “SkrubbuGlimmur, men hon kundi ikki vera við í Italia. Frakland vann kappingina við eini verkætlan um at gera náttúruvinarliga sápu úr geitamjólk.

Ætlanin hjá næmingunum á Fiskivinnuskúlanum snýr seg um at framleiða alskyns prýðislutir úr fiskaskræðu, eitt nú oyraringar.

Tær bóru prýðislutirnar, sum tær sjálvar hava gjørt, undir framløguni samstundis sum dómararnir sluppu at síggja nakrar av vørunum, tær hava ment og framleitt. Hetta sannførdi dómarapanelið um, at hugskotið úr Føroyum var tað mest kreativa.

Verkætlaninar vórðu lagdar fram á enskum, og Sára, Sóleyð og Sólja greiddu sera væl frá teirra verkætlan. Umleið 100 áhoyrarar lýddu á við stórum áhuga. Millum hesi vóru høgtstandandi vinnulívsfólk og politikkarar úr norður-Italia.

Talan er um umfatandi tiltak, har næmingar úr miðnámsskúlum úr 10 ymsum londum í Evropa luttaka. Fyrireikararnir gera nógv burturúr og stórt fokus er á kappingini, eisini frá fjølmiðlum. Mynd av føroysku næmingunum stóð í einum italskum blaði dagin eftir finaluna. Heilsan frá italska forsætisráðharranum Silvio Berlusconi varð borðin fram áðrenn framløgurnar byrjaðu.

Íverksetarahúsið í Klaksvík samskipar føroysku luttøkuna í European Business Games.

 

Slóðir:

http://www.enterprise2011.org

www.is.fo