Skip to main content

Myndir frá evnisvikuni 2012

 

Teir seinastu dagarnar undan jólum er vanliga skemaundirvísingin á Fiskivinnuskúlanum niðurløgd, og allir næmingarnir arbeiða við einum og sama evni. Í 2012 var høvuðsevnið: "Ung í Føroyum, tilvera og møguleikar". Næmingarnir eru býttir upp í 10 smærri bólkar, sum allir arbeiða við hvør sínum undirevni. Endamálið við evnisvikuni er at læra næmingarnar at miðla vitan umvegis netmiðlar og at arbeiða tvørflokka saman í bólkum sjálvstøðugt og málrættað.

Úrslitið av evnisdøgunum skal leggjast fram sum ein bloggur ella eina Facebook síðu, og tí hava næmingarnir brúk fyri at fáa grundleggjandi innlit í miðlar og journalistikk. Fríggjamorgunin 14. desember legði Øssur Winthereig, journalistur, fyri við at leggja næmingunum lag á arbeiðsháttin, og hann virkaði eisini sum vegleiðari og ráðgevi hjá næmingunum.